Tummas Joensen til EM undankapping við U17

BySuðuroyarportalurin

13. mars 2026

Christian Høgni Jacobsen, landsliðsvenjari hjá U17, hevur úttikið okkara Tummas J. Joensen frá FC Suðuroy til EM undankapping í Onglandi 23. mars – 1. apríl 2026. Til EM undankappingina eru tríggir dystir á skránni, sum verða ímóti Onglandi, Estlandi og Ísrael.

Eisini er Samuel Iurelli, sum í løtuni spælur við FC Suðuroy í samband við, at hann gongur á ítróttarháskúla í Vági, úttikin til landsliðið.

Facebook viðmerkingar