Í vetur hevur Fótbóltssamband Føroya (FSF) saman við fótbóltsfeløgunum í Suðuroy, skipað fyri einum venjaraskeiði, ið nevnist C2.
Hesi skeiðini eru vanliga á skrá hjá FSF, men fólkini í fótbóltsfeløgunum í Suðuroynni, FC Suðuroy, Royn og TB, hava í eina tíð víst á, at tað hevur kravt nógv av teirra lokalu venjarum, at tey fyri uttan at venja fleiri ferðir um vikuna, eisini skulu ferðast til dystir í vikuskiftunum.
Og nú tá ið økt krøv verða sett til feløgini, um at hava útbúnar venjarar, og at feløgini sjálvi ynski at uppstiga venjararnar, hevur tað forað fleiri, tá ið hesi hava skula norðureftir á skeið og tískil niðurleggja arbeiði, og kanska eisini liggja nátt.
Tí umrøddu fólkni í FSF saman við feløgunum í Suðuroy, um til bar at gera skeið, ið vóru fyriskipað soleiðis, at ein stórur partur var online, og so seinasti parturin var í góðu kørmunum í Marghøllini í Vági.
Hetta hevur so verið roynt í vetur og nú vit eru komin um miðan mars, so var seinasta parturin fyriskipaður í Marghøllini í Vági, har instruktørarnir Eli Hentze og BIll McLeod Jacobsen hava undirvíst, vegleitt og fylgt venjarunum og venjingum.
Hesin leisturin hevur víst seg at rigga sera væl, og ein av høvðusungdómsvenjarunum í FC Suðuroy Finn Johannessen, fegnast um at FSF vildi bera so í bandi, at fleiri av ungdómsvenjarunum í FC Suðuroy fingu møguleikan at uppstiga sínar venjaraførleikar á henda hátt og sigur soleiðis:
“Vit hava við hesum nýggja møguleikanum fingið nógv fleiri skikkaðar venjarar í felagsskapin kring FC Suðuroy. Hesin leisturin hevur eydnast framúr væl, og vóna vi,t at hetta verður ein partur av møguleikanum hjá okkum her suðuri, til vit vera samanbundin við restina av Føroyum”.
Nú tá ið C2 venjaraskeið er komið at enda, vóru tað í alt 14 venjarar, ið fingu gjøgnumført skeiðið.




Facebook viðmerkingar