Hetta valskeiðið eru gjørdar nógvar góðar raðfestingar og nógv góð átøk fyri Føroyar og fólkið, sum her býr – úr rúgvuni kunnu til dømis nevnast lønarlyftið og skattalættin, sum nógv fólk kring alt landið hava fingið gleði av.
Okur hava lagt okkum eftir at gera raðfestingar kring alt landið – og hóast man sjálvsagt ikki røkkur út í hvønn krók í landinum hvørt valskeið, og meiningarnar hartil eru ymiskar um hvat er nógv og hvat er gott, so eru her nøkur úrslit í Suðuroynni hetta valskeiðið.
Suðuroyartunnilin og samtyktin í Løgtinginum, sum hevur sett projekteringina og útboðið av Suðuroyartunlinum ígongd, er uttan samanbering størsta mál fyri Suðuroynna hetta valskeiðið. Nú er umráðandi, at okur standa saman um Suðuroynna og næsta stig í Suðuroyartunlinum við valið 26. mars.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið væl hægri játtan – og sambært sjúkrahússtjóranum, so er hetta størsta hækking til Suðuroyar Sjúkrahús nakrantíð – og hetta stríddist eg eisini fyri í Fíggjarnevndini og eri glaður fyri at tað bar til at føra tað á mál.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur eisini fingið játtan til at byggja nýggjan starvsfólka-bygning afturat Skemmuni við sjúkrahúsi, hetta soleiðis at hesin tørvurin eisini verður framtíðartryggjaður.
Heilsuskúlin hevur fingið hægri játtan, soleiðis at Heilsuskúlin kann gera avtalu um næmingarbústaðir til lesandi á skúlanum. Hetta verður eitt stórt framstig fyri Heilsuskúlan og fer eisini at gera tað munandi lættari hjá lesandi, sum koma norðaneftir, at fáa bústað, meðan tey ganga á Heilsuskúlanum.
Skúladepilin í Suðuroy hevur fingið játtan til at fyrireika útbygging, soleiðis at høliskarmarnar verða nøktandi og nútíðarhóskandi.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur fingið játtan til at fyrireika nýggjan skúlabygning í Vági. Og eri eg sera fegin um, at ein skúlabygningur nú legst afturat næmingaheiminum hjá hesum einastandandi skúlanum, sum okur tóku stig til at stovna í 2015.
Fámjinstunnilin er tikin í nýtslu og hevur vakra bygdin vestantil í Suðuroynni fingið eitt tíðarhóskandi vegasamband. Tað var eisini gott, at okur fingu broytt ætlanina um at tyrva grótið frá tunlinum, soleiðis at tað nú verður brúkt til at breiðka vegin oman til Fámjins, soleiðis at fyrstu stigini eru tikin til at gera ein breiðan nútímans veg heilt til Fámjins.
Játtanir eru settar av til vegir og brýr í Trongisvági, í Hovi og í Vági – men har er eisini tørvur á ábøtum og nýgerðum nógva aðrastaðni í Suðuroynni, sum mugu raðfestast komandi árini.
Mentanarøkið í Suðuroynni og Musikkskúlin er eisini raðfestur í hesum valskeiðnum – tað er eisini gott.
Tær avtalur, sum eru gjørdar á fiskivinnuøkinum um makrel og sild, sum føra við sær, at tað ber til at fiska, tá tað loysir seg best, hava sjálvsagt eisini ávirkan í Suðuroynni. -Eins og raðfestingin at geva smærri útróðrarbátunum størri rættindi á Føroya Banka eisini hevur týdning fyri útróðrarmenn í Suðuroynni.
Og ja, tað eru sjálvsagt ein røð av øðrum viðurskiftum, sum eisini hava tørv á raðfestingum, tað kunnu okur skjótt verða samd um – og við tínum áliti til løgtingsvalið 26. mars, fari eg at arbeiða víðar og leggja afturat í menningini av okkara vøkru oyggj.
Ongin ger nakað einsamallur og standa okur saman, kunnu okur í felag røkka bjørtum málum fyri Suðuroynna.
Dennis Holm
Tjóðveldi


Facebook viðmerkingar