Eg eiti Marin í Dali, eri 36 ár og eigi trý børn undir 10 ár.
Eg eri dóttir Turið Vestergaard, lærari í føroyskum og lívfrøði í skúlanum á Tvøroyri, og Tummas í Dali, undirvísari í søgu og føroyskum máli á Miðnámi í Suðuroy.
Eg eri uppvaksin við tveimum tøttum systkjum í fríum umhvørvi við nógvum djórum og grønum bøi í Trongsvági, har føroyskt mál, føroysk mentan og føroysk náttúra hevur myndað mín uppvøkstur.
Míni barna- og ungdómsár havi eg í stóran mun brúkt í høllini við borðtennis, flogbólti og fimleiki, har borðtennis bar meg til nógv lond og fýra oyggjaleikir.
Eftir fólkaskúlan arbeiddi eg fyri at sleppa á ógloymandi og mennandi ítróttarháskúlaskeið í Danmark og fór síðan á miðnám í Suðuroy, fyrst í Vági og síðan í spildurnýggjum skúladepli í Hovi.
Áðrenn eg fór undir víðari lesnað, fjakkaði eg við eini vinkonu í Suðuramerika í 5 mðr.
Eg havi lisið medisin í Keypmannahavn og verið í starvsvenjing í Føroyum, Svøríki og í fleiri umførum í Grønlandi. Undir lestrinum havi eg verið nevndarlimur í felagnum fyri læknalesandi í Keypmannahavn (LÍK), sjálvboðin seksualundirvísari og arbeitt sum ráðgevi hjá Sex og Samfund.
Eftir loknan lestur flutti eg heim og verði væntandi liðug sum kommunulækni seinni í ár. Síðan eg kom heim, havi eg arbeitt fyri trivnaðinum og arbeiðsumstøðunum hjá yngri læknum, sitið í nevndini fyri Yngri Læknar Føroyar og eri í dag útbúgvingarsamskipari fyri yngri læknar innan alment medisin.
Heimkomin stovnaði eg, saman við tveimum fyrimyndarligum kvinnum, Bjørt Lind og Turið Hermansdóttir, felagsskapin Kyn, sum nú í seks ár hevur ment føroyska seksualundirvísing fyri ung. Kyn hevur ein breiðan og fakliga dugnaligan hóp av seksualundirvísarum, sum við Viku Sex hevur bjóðað gomlum normum av og sett nútímans seksualundirvísing á breddan í føroyska samfelagnum.
Við longsli eftir at geva børnunum ein fríari barndóm og ein róligan gerandisdag tætt við familju og náttúru, eins og eg sjálv havi havt, flutti eg heim aftur á Tvøroyri í fjør. Eg havi keypt 115 ára gomlu húsini og barndómsheimið hjá ommu og mammu míni, har míni børn nú dálka somu vøkru trægólvini. Grønur bøur, fríttgangandi hønur og eitt hanagleiv oman í fjøruna at fanga krabbar. Í hesum deiliga bygdasliga umhvørvi virki eg sum lækni, eri nevndarlimur og venjari hjá Tvøroyrar Fimleikafelag og næstforkvinna í Suðuroyar Tjóðveldisfelag, sum hevur styrkt politisku ábyrgdarkensluna hjá mær.
Heilsa fyri teg, meg og Føroyar
Eg kenni heilsuverkið inn og út. Eg havi arbeitt á nærum øllum deildum á Landssjúkrahúsinum, havi arbeitt í Vestmanna, Runavík og í Vági og eg havi starvast innan flest øll øki í heilsuverkinum.
Mín útbúgving og starv sum kommunulækni gera, at eg kenni alskyns lívsstøður frá byrjan til enda. Eg veit tí, hvørjum avbjóðingum einstaklingar og familjur kunnu standa fyri innan heilsuverkið.
Vit gerast eldri, samstundis sum aldursbýtið verður skeivari. Eg meti fyribyrgjandi arbeiði er avgerandi fyri at varðveita vælferðina. Tí ynski eg, at:
- øll skulu hava fastan kommunulækna
- útbúgva fleiri læknar og onnur heilsustarvsfólk
- stuðla gransking
- fyribyrgja lívsstílssjúkum m.a. við at minka um royking, økja um virknið og betra um kostin
Javnstøða fyri teg, meg og Føroyar
Tað er langur vegur til javnstøðu innan øll øki. Sum kvinna og mamma havi eg upplivað ójavnstøðu á nógvum økjum og sum lækni síggi eg ójavnan innan gransking, kvinnusjúkur og viðgerð.
Eg vil arbeiða fyri rættvísi og javnstøðu serliga innan:
- Barsilsskipanina.
Í løtuni er hon við til at varðveita stóran lønarmun millum kyn. Lesandi skulu fáa hægri barsilsgjald. Vit mugu hava øktan fleksibilitet í skipanini við møguleika fyri at útseta barsilin og býta hann upp eftir tørvi.
- Arbeiði.
Eyðkendu umsorganarstørvini/kvinnustørvini mugu virðast og tað skal vera møguligt at røkja umsorganarstarv, eisini sum einligur forsyrgjari, t.d. við at tilboði um barnaansing eftir tørvi.
- Seksuella heilsu.
Gentur og kvinnur skulu ikki hava útreiðslur bara av at vera gentur og kvinnur. Ókeypis menstruatiónsvørur og ókeypis fyribyrging skal bjóðast. Øll ung hava rætt til kvalifiseraða seksualundirvísíng og hetta má eftirmetast.
- Ólønt arbeiði.
Vit mugu seta orð á ójavnan innan ólønt arbeiði. Eingin skal vera noyddur at fara niður í arbeiðstíð vegna ólønt arbeiði í heiminum. Ólønt arbeiði má verða býtt javnt millum kyn.
Bygdalív fyri teg, meg og Føroyar.
Bygdir hava alstóran týdning fyri Føroyar og føroyska bygdamentanin lýsir samleikan hjá flestu føroyingum. Tíverri er bygdalív ikki ein partur av gerandisdegnum hjá størsta partinum av yngra ættarliðnum í Føroyum, tí tey flyta til Havnar, har starvsmøguleikarnir eru. Fólkatalið í bygdunum er í minking, meðan høvuðsstaðurin er undir trýsti. Vit mugu arbeiða ítøkiliga við økismenning nú.
Eg ynski at arbeiða fyri
- Arbeiðsplássum á bygd. Tað má vera møguligt, t.d. við akademiskari útbúgving at fáa alment starv við bústaði uttan fyri høvuðsstaðin. Hetta má raðfestast politiskt.
- Bústøðum. Høvuðsstaðurin hevur ovurstórt bústaðartrot, meðan hús á bygd standa tóm. Ungar familjur fáa ikki møguleikan, t.d. at velja heimstaðin til, hóast tær ynskja tað. Hetta mugu vit seta okkum fyri at broyta.
- At varðveita bygdamentanina. Nógvir føroyingar hava tokka til føroysku bygdamentanina og vit eru takksom fyri hana, tá vit skulu selja landið. Men bygdamentanin verður bert varðveitt so leingi, sum onkur býr á bygd, og við núverandi gongd kunnu vit skjótt missa mentanarlig virði.
Eg ynski einar sterkar Føroyar við sterkum høvuðsstaði og sterkum bygdum.
Fyri fríum vali, vel Marin í Dali


Facebook viðmerkingar