Bíligari bústaðir í Havn og kring landið: Vit eru longu byrjað

BySuðuroyarportalurin

13. mars 2026

Eg havi í longri tíð arbeitt við einum uppskoti, har vit fáa fleiri kommunur aktivt at taka lut í at byggja bíligari íbúður. Í tí sambandi havi eg verið á fundi við nógv fólk, har ímillum borgarstjóran í Havn, Elsu Berg, sum hevur verið positiv um hugskotið. Hon hevur eisini sett gongd á at finna byggilendir í Havn og í Kollafirði til endamálið. 

Takk fyri tað, góða Elsa. 

Ítøkiliga uppskotið er, at kommunur seta byggilendi av til fyritøkur, sum vilja byggja og selja til fólk fyri ein lágan fermetraprís. Har greið krøv eru um, hvat íbúðirnar kunnu seljast fyri. 

Haraftrat mugu løgfrøðilig krøv setast í keypssáttmálan millum partarnar, tí annars kann bíliga íbúðin enda sum ein spekulatiónsvøra hjá onkrum, sum selur hana fyri tað dupulta stutta tíð aftaná. 

Tað skal ikki henda. Vit vilja ikki byggja søluvørur, vit vilja byggja heim til fólk.

Hví ikki um alt landi? 
Orsøkin til, at eg fór í gongd við hetta arbeiðið er, at tá tað í Vági ber til at byggja og selja fýra íbúðir á einum grundstykki, sum er umleið 550 fermetrar, fyri 1,8 mió. kr. fyri hvørja íbúð, so ber tað sjálvandi eisini til at byggja íbúðir í Havn (og kring landið), sum kunnu seljast fyri t.d. 2,5 mió. kr. – eisini hóast grundstykkjaprísurin í Havn er væl hægri enn í Vági.

Í mínum arbeiðið við at fáa sett fokus á týdningin av at vit geva fyritøkum, sum byggja bíliga, ein framíhjárætt, havi eg verið hjá peningastovnum, hjá lógarkønum, hjá fyritøkum og hjá kommunum. 

Í Havn hevur Elsa Berg, borgarstjóri tikið væl ímóti hugskotinum. Bústaðartrotið er stórt í høvuðsstaðnum og borgarstjórin hevur ovast á dagskránni at loysa hesa avbjóðing.

Elsa Berg raðfestir at hjálpa fyrsuferðs keyparum, og hesin leisturin er ein týðandi partur av loysnini. 

Tí loysnin uppá bústaðaravbjóðingarnar snýr seg lutvíst um at ganga nýggjar leiðir og hugsað nýggja loysnir.

Mítt uppskot er ítøkiligt – og ikki minst ein loysn, sum fer at føra við sær fleiri bíligar bústaðir í Havn og aðrastaðni í landinum. Og sjálvandi ber tað til, tá arbeitt verður við loysnum fyri teg, meg og Føroyar.

Næsta stig verður at tryggja, at bygt verður fjøllbroytt – til støk, ung, lesandi, pør og eldri – og landið eisini velur fyritøkur, sum byggja bíligari. Meira um tað fyrsta dagin. 

Dennis Holm
Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar