Suðuroyar Talvfelag: Tað eydnaðist!
Suðuroyar Talvfelag vann 4. deild í liðkappingini í ár, og eru ryktir upp í 3. deild.
Seinasta umfarið í liðkappingini varð telvað í Sandavági leygardagin 14/03. Áðrenn dystin lógu Suðuroyar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag á einum deildum 1. plássi, so tað var greitt, at hvørt einstaka talv á hesum degnum kom at ávirka ta endaligu støðuna.
Meðan okur sótu og telvaðu ímóti Sandavágs Talvfelagi, reistist okur í heilum at fylgja við talvunum hjá havnarmonnum ímóti Talvfelagnum Róki av Eiði.
Okur fingu eina kanón góða byrjan, tá David vann sítt talv við einum skjótum álopssinnaðum talvi í besta “David-stíli”, sum tað er komið at eita hjá okkum. Vert er eisini at viðmerkja, at David hevði meira tíð á klokkuni, tá talvið endaði, enn tá tað byrjaði.
Síðani vóru tað úrslitini hjá havnarmonnum, ið eisini gingu okkara veg, tá Rókur eftir 3 talv vóru frammanfyri 2½-½. Nú skuldu okur knappliga eisini taka hædd fyri, at okur kundu enda í umdysti við Róki, um teir fingu 3½ stig, og okkara úrslit endaði 2-2.
Eyðun, Fríði og Ingi vóru eftir, og tá David longu hevði vunnið okkum fyrsta stigið, var tað greitt, at uppflytingin kundi tryggjast við 1½ stigi aftrat. Øll hesi síðsti 3 talvini sóu jøvn út, og tá síðsta talvið hjá havnarmonnum eisini sá javnt út, valdu Fríði og Ingi báðir at bjóða mótstøðumonnunum remis, soleiðis at Eyðun eisini einans skuldi fáa remis fyri at tryggja uppflytingina. Meðan Eyðun pressaði mótstøðumannin í endatalvinum endaði seinasta talvið millum Havnina og Eiði javn, og sostatt var uppflytingin longu tryggjað. Eyðun kundi nú loyva sær at spæla endatalvið uttan at hugsa um hvussu úrslitið kom at ávirka endaligu støðuna, og hann bygdi spakuliga eitt so stórt trýst upp, at hann fekk eina finnu upp á baklinjuna, og mótstøðumaðurin mátti leggja kong.
Hetta árið hevur tað verið serstakliga hugaligt at fylgja gongdini hjá Suðuroyar Talvfelagi. Nýggir telvarir eru lagdir aftrat, barnavenjingar eru komnar upp at koyra, børnini fara norður til kappingar við venjarum, og nú er FM fyri lið í 4. deild eisini vunnið.
Góða gongdin í Suðuroyar Talvfelagi heldur fram, og komandi ár verður aftur kempað um at vinna 3. deild.


Facebook viðmerkingar