Rasmus á U21 og Eyðtór á U19 landsliðið

BySuðuroyarportalurin

16. mars 2026

FC Suðuroy: Enn eina ferð eru okkara millum teir úttiknu á landsliðnum.

Okkara málverji, Rasmus Olsen, er úttikin til U21 landsliðið, sum seinni í mánaðinum spælir ímóti Sveits á útivølli.

Umframt Rasmus, er okkara nýggi leikari, Eyðtór E. Joensen, úttikin til U19 landsliðið, sum skal til EM undankapping í Niðurlondum 23. – 1. apríl. Á skránni eru dystir ímóti Norðurmakedonia, Moldova og Niðurlondum.

Í síðstu viku varð Tummas J. Joensen úttikin til U17 landsliðið. Tískil hava vit leikarar við á U17, U19 og U21 landsliðunum, sum fara av landinum seinni í hesum mánaðinum, skrivar FC Suðuroy á facebook-vanganum..

Facebook viðmerkingar