Mánakvøld sita nógv frammanfyri sjónvarpinum og bíða eftir ítróttarsendingini 3-2, sum kemur eftir Dagur & Viku. Fótbóltsáhugaði bíða mest eftir málum frá fótbóltinum í vikuskiftinum, men tey málini fevna bara um mál í Meistaradeildini.
Í góðum samstarvi við FC Suðuroy og TB fer Suðuroyarportalurin at leggja út málini frá dystunum hjá FC Suðuroy og TB, sum hava verið spældir í vikuskiftinum.
Her eru málini frá dystinum millum FC Suðuroy og ÍF, sum FC Suðuroy vann 6-1. Um eina løtu verða málini frá dystinum millum EB/Streym og TB eisini tøk her á Suðuroyarportalinum.


Facebook viðmerkingar