Hví skulu pensjónistar revsast fyri at arbeiða? Í einum samfelagi við stórum tørvi á fólki á arbeiðsmarknaðinum er tað oyðsl við førleikum, at vit mótrokna inntøku í pensjónini.
Arbeiðsloysið er so gott sum onki, og vit skríggja eftir arbeiðsmegi. Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri øllum góðum kreftum. Samstundis sita nógvir pensjónistar við hollum royndum, sum fegnir vilja geva eina hond afturat. Tó hava vit eina skipan, ið beinleiðis mótvirkar hesum. Tá ein pensjónistur hevur tjent meira enn 61.900 kr., verður viðkomandi revsaður við lægri pensjón. Hetta ger, at nógv støðga á, hóast tey bæði kunnu og vilja arbeiða meira.
Vit eiga at tryggja pensjónistum frælsi at skipa sítt egna lív – eisini arbeiðslív. Við at avtaka hesa mótrokningina, virðismeta vit royndu arbeiðsmegina og styrkja samstundis samfelagið. Tað snýr seg um sjálvsræði og at brúka tað menniskjaliga tilfeingið, vit hava í Føroyum.
Eg vil arbeiða fyri at avtaka mótrokningina, so tað altíð loysir seg hjá pensjónistum at fara til arbeiðis og gera ein eyka innsats, um tey hava hug og orku til tað. Tað gevur meining fyri tann einstaka og fyri samfelagið.
X við Jónleyg J. Bech
X við Sambandsflokkin


Facebook viðmerkingar