Ein týðandi partur av viðgerðini av Suðuroyartunlinum fevnir um kunning, soleiðis at flestøll hava ein møguleika at fáa innlit í hetta mál, sum hevur so stóran týdning fyri Suðuroynna og fyri Føroyar.
Tjóðhild Patursson sat eisini við nógvum spurningum, tá vit umrøddu Suðuroyartunnilin fyrstu ferð. Tí gjørdu vit av at gera hesa upptøkuna, har Tjóðhild Patursson bjóðar mær til borðs at svara spurningum um Suðuroyartunnilin.
Setið tykkum væl tilrættis, og hoyri eitt virðiligt, men kritiskt orðaskifti um Suðuroyartunnilin.
Dennis Holm, Tjóðveldi


Facebook viðmerkingar