Nógv foreldur uppliva í dag ein inntøkumiss, tá tey fara í barsilsfarloyvi. Hetta má gerast nakað við. Við at hækka hámarkið í Barsilsskipanini úr 31.000 krónum upp í 60.000 krónur, verður tað møguligt hjá teimum flestu at vera heima hjá børnum sínum uttan inntøkumiss.
Í dag er skipanin soleiðis háttað, at útgjaldið úr Barsilsskipanini er í mesta lagi 31.000 krónur um mánaðin. Fyri tey, ið forvinna meira enn 31.000 krónur um mánaðin, merkir hetta, at tey hava ein inntøkumiss í tíðarskeiðinum, tey eru í barsil.
Endamálið við at hækka hámarkið er at tryggja, at eitt barsilsfarloyvi ikki verður ein fíggjarlig byrða fyri familjuna. Við at hækka loftið til 60.000 krónur, fara tey flestu á føroyska arbeiðsmarknaðinum at kunna fara í barsil við somu inntøku, sum tey hava, tá tey eru til arbeiðis.
X við Jónleyg J. Bech
valevni fyri Sambandsflokkin


Facebook viðmerkingar