Ódámlig og óvirðilig útlendsk uppíblanding í føroyska løgtingsvalið!

BySuðuroyarportalurin

22. mars 2026

Bert fáir dagar eru farnir afturum, síðani vit vórðu ávaraði um vandan fyri útlendskari uppíblanding í føroysku valini. Víst varð á, m.a. í Kringvarpstíðindum, at hetta varð hent í Grønlandi. Flestu mundu ivast um vandan, og neyvan hevði nakar okkara ímynda sær, at slíkt kundi henda í tryggu oyggjum okkara, har gjøgnumskygni og álit eru í fremstu røð.

Men so var ikki, tí bert fáar dagar seinni kom ein almen fráboðan !

” På vegne av Nordisk ministerråd”

Bert fáar dagar seinni kom almenna fráboðanin, sum greitt vísir, at ”big brother is watching You”. Fráboðanin (les: uppíblanding) kom frá stjóranum í Norðurlandahúsinum í Føroyum, har hendan, ” På vegne av Nordisk ministerråd”, sum hon skrivar,  opinlýst ger viðmerking til valskránna hjá einum av føroysku flokkunum- Miðflokkinum.

Hjálandaveldið stórtrívist í Føroyum.

Er tað so, sum hon skrivar, so ”trívist” hjálandaveldið í fullum blóma í Føroyum, tí m.a. skrivar stjórin:

  • Lokale myndigheter har verken juridisk eller praktisk fullmakt til å endre byggets bruk, omdefinere institusjonens funksjon eller overta driften.

og

  • Bygget inngår i den nordiske institusjonsstrukturen og kan kun benyttes til formål som er i tråd med Nordisk ministerråds mandat.

Bart út sigur stjórin og ministararáðið, at tað er Norðurlandaráðið, og ikki fólkavalda Føroyska Løgtingið, sum hevur valdið á einum stovni mitt í Føroyum.

Undrar hetta okkum?

Nei als ikki! Vit í Miðflokkinum hava, aftur og aftur, víst á, at Norðurlandahúsið er ein Trojanskur hestur, sum er placeraður av fremmandum londum mitt í høvuðsstaði okkara. Staðsettur her fyri at fremja fremmandan politik í Føroyum.

Men tíverri hava vit tosað fyri deyvum oyrum.

Hinvegin er harmiligt, um sjálvur stjórin í Norðurlandahúsinum er so fákunnað um fólkaræðið, at hon trýr tí, hon skrivar. Tí einki er tað so, at hon ella nakar annar norðurlendskur politikari kann forða fólkavalda Føroya Løgtingi at taka yvir Norðurlandahúsið! Tí í somu løtu fólkavalda Føroyska Løgtingið samtykkir, at Norðurlandahúsið skal á føroyskar hendur, so verður tað so! Tí tá noyðast teir og tey, sum halda seg hava vald í Føroyum, so pent at boyggja seg fyri Føroyska fólkinum, og gjøgnum samráðingar geva húsið yvir í føroyskar hendur!

So einfalt er tað!

Men tó sera harmuligt, at fremmant vald so lætt sleppur framat at ávirka føroyska valið!

Lat okkum vóna, at føroyski veljarin h. 26. mars velur fólk inn á Løgting, sum tora at taka avgerðir, sjálvandi eisini tá og um hetta ikki hóvar øðrum londum!

Jenis av Rana,

formaður og valevni Miðfloksins til Løgtingsvalið

Facebook viðmerkingar