Búgva fólk í Hesti og á Kirkju?

BySuðuroyarportalurin

23. mars 2026

Í umleið 2½ ár var eg landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum. Sum oyggjabúgvi, eg búgvi sjálvur í Suðuroynni, so eri eg fullgreiður um avbjóðingarnar, sum fólk á smærri oyggjum okkara hava, tá tað kemur til samferðslu.

Ov fáir túrar, ferðaætlanin passar ikki, manglar á havnaløgum, avbjóðandi við farmi við báti og tyrlu og so framvegis. Alt avbjóðingar, sum hava týdning fyri at tað er liviligt á útoyggj.

Skulu avbjóðingarnar á útoyggj loysast, so krevst tað, at man vitjar tey, tosar við tey – og tekur teirra áheitanir og ynskir við sær á leiðini, tá loysnir skulu finnast.

Hetta kenna suðuroyingar eisini til, tí gjørdi eg eisini beinanvegin av, at fara rundferð og hava fundir við fólk á útoyggj, soleiðis at orð kundu setast á avbjóðingarnar – sum jú eru ymiskar frá oyggja til oyggj – og loysnir kundu finnast.

Í Hesti var stóri trupulleikin, at ferðaætlanin gjørdi tað ógjørligt at búgva í Hesti og arbeiða í miðstaðarøkinum. Hetta var ein av fyrstu avbjóðingunum, sum eg fekk á borðið stutt eftir ársskiftið 2023. Høvuðsmálið gjørdist tí, at fáa eina góða nýggja Hest-leið, tá Sandoyartunnilin lat upp. Hetta vann eisini á mál í politiskari telving og horna-tøkum, og í dag er Hestleiðin góð, við væl fleiri túrum og eisini við einari ferðaætlan, har tað ber til at búgva í Hesti og arbeiða í miðstaðarøkinum.

Í Skúgvi vístu tey á avbjóðingina við at tað var trupult hjá fólki at koma í land og umborð á Sildberan. Har fingu vit gjørt eina betri landgongd.

Í Stóra Dímun var avbjóðing knýtt at tyrluflúgvingini og bíleggingarskipan. Tað fingu vit saman við SSL eisini bøtt um.

Í Nólsoy er stóri trupulleikin ferðaætlanin og túratalið, har tað er ov langt ímillum seinnaparts og kvøldtúrarnar. Málið var at fáa ein túr inn afturat. SSL vísti á, at hetta fór at kosta 1 mió. kr. – hana fingu vit á Fíggjarlógina, men so stakk trupulleikin við hvílutíð seg upp. Loysnin fyri Nólsoynna er tí ein manning afturat, so at siglast kann meiri.

Í Kalsoynni og í Mykinesi vístu tey á avbjóðingar við bíleggingarskipanunum. Ein avbjóðing, sum vit eisini fingu bøtt um í góðum samstarvi við SSL. Onnur avbjóðing í Kalsoynni var, at onki bíðirúm var til ferðafólk á keiini í Syðradali – og tað fingu vit eisini loyst.

Í Svínoy vístu tey á ynski um nýggj havnaviðurskifti, so tað bleiv meiri støðug sigling og eisini styttri at sigla.

Í Fugloy lótu tey sum heilt sera væl at farleiðini, men høvdu eitt ynski um samstarv við SSL um lítlan buss millum bygdirnar, tá tað var neyðugt at flyta ferðafólk millum Hattarvík og Kirkju, tá í veðurlíkindini forðaðu fyri at tað bar til at sigla á bæði støð.

Ikki minst, so fevndi ein partur av rundferðini til útoyggjar um at umrøða nýggju skipini, sum skulu smíðast til Kalsoyar- og Nólsoyarleiðina, og til Svínoyar, Fugloyar og Hestleiðina. Gongst sum ætlað, so verður fast samband til Skúvoyar um eini 10 ár ella so.

Rundferðin til útoyggjar var ein sera jalig uppliving. Væl móttikin allastaðni, stórur blíðskapur og hjartarúm – og eg royndi eisini at seta fokus á at fáa loyst tær avbjóðingar, sum vístar vóru á.

Sumt fingu vit loyst, men sjálvsagt er nógv eftir at loysa. Og eg gleði meg at vitja okkara vøkru oyggjar aftur í summar.

Dennis Holm
Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar