Eisini í komandi valskeiði verður Tjóðveldi trygdin fyri, at vit framhaldandi fara at gera íløgur í mentan og list. Vit skulu jú hava nakað at liva fyri.
Og hvør annar kann skriva á føroyskum, spæla leikir úr føroyskum jørðildi, skriva føroyskan tónleik, gera føroyskan film, siga okkara søgur og styrkja okkum sum tjóð enn vit sjálvi – ongin!
Tað er mentanin og listin, sum geva lívsinnihald og gera tað gott at búgva her. Tað er gjøgnum listina og mentanina, vit reflektera og blíva klókari sum fólk. Tað er gjøgnum listina, vit síggja heimin, og tað er gjøgnum mentanina, vit læra søguna og styrkja samleikan. Mentan og list eru okkara spegil bæði inneftir og út í heim. Sjónarringurin verður víðkaður.
Fá lond í heiminum eru signað við so mongum gávaðum menta- og listafólkum, sum vit í Føroyum. Alt frá bókmentum, tónleiki, leiklist, filmi, sangi, søvnum, mentanararvi og so framvegis. Okkara fólk vinna prísir og standa seg ómetaliga væl bæði í Føroyum og uttanlands.
Tó so er enn neyðugt at gera meira við korini hjá lista- og mentafólkum, bæði tá ið tað kemur til hølisviðurskifti, inntøkumøguleikar, og hvussu vit kunnu fáa stuðlað undir at fáa føroyska mentan og list breiddar út um landoddanar.
Okkum tørvar eina ætlan fyri júst hesum, tí fólkini hava vit. Vit hava longu sæð, hvussu tað eydnast, tá ið vit stuðla tónleikaútflutningi. Hesar royndir skulu vit brúka til eisini at fáa aðrar listagreinar út í heim.
Í samgonguskeiðnum hava vit gjørt íløgur í føroyska málið, Málráðið, bókasøvnini og føroyskt tilfar til børn. Somuleiðis er játtanin hækkað til leiklistina, til tónleikin, synfoniorkestrið, søvnini, filmin, mentanarhús kring landið, Mentanargrunnin og ymiskt annað. Rundskriv um listprýði í almennari bygging er eisini gjørt. Hetta eru góðar og neyðugar íløgur, sum vit fegnast um.
Eins og vit menniskju skulu hava nakað at liva av, so skulu vit hava nakað at liva fyri.
Sirið Stenberg


Facebook viðmerkingar