Tíðin við smábørnum er tann dýrabarasta, men eisini tann dýrasta peningaliga

BySuðuroyarportalurin

24. mars 2026

Familjulívið hongur ikki saman – hvørki fyri børn ella foreldur!

Foreldur eru strongd við einum hektiskum og dýrum gerandisdegi, børn hava longstu arbeiðsdagarnar og eru fult-on frá morgni til myrkurs.

Síðani kvinnur komu á arbeiðsmarknaðin og hava fingið lønt arbeiði og harvið fíggjarligan tryggleika, hava kvinnur tó bara fingið meir arbeiði at gera – tað lønta og framvegis mest av tí ólønta. Ta rakar kvinnur – og tað sum rakar kvinnur rakar enn í dag eisini børn.

Børn skulu finna seg í at vera burturskild frá mammu og babba í einum aldri har tey als ikki skilja at mamma ella babba koma aftur seinni. Og í einum aldri har trygt tilknýti hevur allarmest at siga fyri menningina hjá barninum. Mamma og babba eiga at vera tann tryggi staðurin og staðurin har tey brúka mest av sínum vaknu tímum.

Tá eg við knúti í búkinum fór við dóttrini í vøggustovu, tí mín kroppur og sinn vistu at hetta var ov tíðliga, vóru vit báðar, dóttirin og eg, møttar av mest skiljandi og viðurkennandi starvsfólkinum, sum segði “tað er allarbest hjá mammu og babba”. Og tað er tað, og tað er har børn eiga at vera sum longst. Tað er har tey eiga at vera tá tey eru sjúk. Tað er har tey eiga at vera, tá tey mistrívast av hektiska gerandisdegnum.

Tíverri er tað nú vanligt at børn skulu á stovn ov tíðliga, tí samfelagið hevur skapa tann normin og tí alt samt fleiri noyðast fíggjarliga.

Fyri at byrja einum bata fyri børn vil eg longja og smidliggera barsilin – hædd skal takast fyri javnstøðu millum foreldrini, soleiðis at mammur ikki missa inntøku og pensjón, og pápar kunnu fáa størri lut í uppaling av sínum børnum. Børn skulu hava betri rætt at vera sjúk – og ikki bert til 1. og 2. sjúkradag. Tí ikki øll hava ommur og abbar ella onnur avvarandi at taka yvir og børn skulu ikki sendast hálv sjúk frá húsum. Og børn skulu hava eitt róligari lív við tryggum og umsorganarfullum kørmum har tey eru – um tað er heima, á stovni, skúla ella øðrum felagsskapum.

Við tryggum barnaárum kunnu vit skapa trygg ungdómsár og venda gongdini við vaksandi mistrivnaðinum millum børn og ung.

Vel Bjørk Berg Wiggins á løgting

Um meg

Eg eri 34 ár, uppvaksin í Havn við røtum av Skála og búsitandi á Toftum við manni og dóttir – og skal eiga eina gentu afturat komandi mánaða. Eg stilli upp fyri Tjóðveldi, tí eg vil einar frælsar Føroyar, ið arbeiða fyri javnstøðu fyri børnum, familjum, einstaklingum, eldri og tilflytarum.

Facebook viðmerkingar