Vitan er lykilin til framtíðina, lykilin til at fara frá møguleikum til ítøkilig úrslit.
Og í Føroyum hava vit óendaliga stórar møguleikar, men tað krevur eitt tilvitað val um miðvísar íløgur í hægri útbúgving, gransking, menning og nýskapan.
Eitt nútímans universitets-kampus, har lesandi, granskarar og nýskapanar-umhvørvi kann savnast, er ein grundleggjandi partur av hesi íløgu.
Hin parturin – hægri játtan til gransking, menning og nýskapan – má eisini fylgja við.
Tí eiga vit at økja játtanina við 30 mió. kr., soleiðis at játtanin verður 39 mió. kr. í 2027. Hetta kann fíggjast í einari samanrenning millum landskassan, uppsjóvarvinnuna og alivinnuna, sum koma við 10 mió. kr. hvør – ein játtan, sum er ein íløga í okkum øll, í Føroyar.
Eitt sterkt vitanarumhvørvi, í tøttum samstarvi við vinnulívið, er lykilin til at bróta upp úr nýggjum og menna nýtt. Tað hava vit sæð í Íslandi og í Norra, har gransking innan fiski- og alivinnuna hevur ført við sær stóran virðisvøkstur við beinleiðis ávirkan á inntøkur landsins.
Í 2025 komu 600.000 tons av fiski uppá land í Føroyum, tað er 600 mió. kg. av fiski. Um vit høvdu virðisøkt við 50 oyrum, so hevði meirinntøkan verið 300 mió. kr. Og sjálvandi ber tað til.
Í Íslandi valdu tey í ringastu krepputíð í 2008 at satsa uppá gransking, menning og nýskapan. Úrslitini eru sjónligt við sterkum vitanarstovnum við hægri útbúgving, gransking og nýskapan, sum eisini hava skapt ein stóran vinnuligan virðisvøkstur í Íslandi.
Besta dømi er helst fyritøkan Kerecis, sum ger kunstiga húð úr fiskaskræðu. Fyritøkan, sum byrjaði í 2009, var í 2023 seld fyri umleið 9 milliardir kr. Sølan gav Íslendska statinum eina skattainntøku á umleið 2 milliardir kr.
Í Føroyum er eitt sterkt vitanar- og granskingarumhvørvið eisini ein týðandi íløga í framtíðina.
Við at styrkja hægri útbúgving, gransking og nýskapan kunnu vit eisini halda fast í størri parti av ungdómi okkara, og harumframt eisini skapa nýggj fleiri arbeiðspláss, fleiri vitanartung størv – eisini í føroyska vinnulívinum.
Tí vitan er lykilin til framtíðina, lykilin til at fara frá møguleikum til ítøkilig úrslit.
Dennis Holm
Tjóðveldi


Facebook viðmerkingar