Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokkin?

BySuðuroyarportalurin

25. mars 2026

Miðflokkurin hevur eina góða og drúgva valskrá og eg vil vísa á nøkur punkt úr henni.

Lítla barnið í móðurlívi: Lógin um fría fosturtøku skal avtakast. Rætturin til lív skal tryggjast við lóg. Ein hjálpareind skal setast á stovn, sum veitir alla hugsandi hjálp til foreldur. Harafturat skal eitt minstamark ásetast í barsilsskipanini, fyri at tryggja øllum foreldrum eina rímiliga upphædd um mánaðin.

Vit siga føroyskt fram um fremmant:

  • Nei til moskur í Føroyum
  • Lækka talið av tilflytarum
  • Betri samskipan av útlendingamálum

Familjan skal hava størri frælsi til at skipa sín egna gerandisdag við at:

  • Samskatta hjún
  • Lata pengarnir fylgja barninum
  • Hækka barnafrádráttin stigvíst

Bústaðartrotið má loysast við at hækka útboðið og gera tað lættari hjá ungum at spara upp til bústað.

Vinnan skal hava góðar karmar og skattast av vinningi.

Í landskassanum mugu inntøkur og útreiðslur javnviga betri.

Kynsligur ágangur skal revsast harðari, umframt at internetið verður gjørt til eitt tryggari stað.

Vit hava nógv góð heilsuátøk, so sum viðgerðartrygd. Eisini mugu teir borgarar, sum eru komnir í pensjónsaldur, fáa størri frælsi til at arbeiða.

Trojanski hesturin – Norðurlandahúsið – má fáast á føroyskar hendur!

Og at enda, Miðflokkurin stuðlar tí einasta fólkaræðinum í Miðeystri: Ísrael

Steffan Klein Poulsen,

Valevni fyri Miðflokkin

Facebook viðmerkingar