Tá eitt av størstu málunum í nýggjari tíð skal fáast á skrá, lýsast, gjøgnumarbeiðast og fáast heilt á mál, so krevst treiskni, áhaldni og arbeiðssemi fyri at náa úrslit.
Suðuroyartunnilin hevur tørv á einar sterkari rødd í Løgtinginum, tá endaliga avgerðin skal takast um 1-2 ár. Eg bjóði meg fram at blíva við at stríðast fyri tí.
11 ár við Suðuroyartunlinum
Fyrstu ferð eg av álvara tosaði um Suðuroyartunnilin var í 2015, tá tosaði við ein góðan vinmann, sum arbeiddi í undirsjóvartunli í Norra, og spurdi um tað bar til at gera ein tunnil til Suðuroyar. Dagin eftir møttust okur til eitt kaffiprát á skrivstovuni hjá mær – og byrjaðu at tosa um, hvussu Suðuroyartunnilin kundi koma á breddan.
Í sept. í 2017 skipaðu okur fyri fyrsta almenna fundinum um Suðuroyartunnilin í Skúladeplinum í Suðuroy. Á skránni vóru framløgur og orðaskiftið. M.a. hevði eg framløgu um demografisku avbjóðingarnar í Suðuroynni. Armgarð Steinhólm og Fríðrikur Heinesen frá Landsverki høvdu framløgu um linjuføring og atknýttar verkætlanir.
Í 2019 skipaðu okur aftur fyri almennan fund um Suðuroyartunnilin. Tá hevði eg eisini framløgu um støðuna í Suðuroynni. Kristian Stórhamar hevði framløgu um tunnilsgerð og Teitur Samuelsen hevði eisini framløgu um linjuføring og fíggjarliga partin.
Á hesum fundinum seint í 2019 skipaðu okur eisini ein áhuga-arbeiðsbólk, sum fór til verka at lýsa ymisk viðurskifti kring Suðuroyartunnilin. Rúni Joensen og undirritaðu vóru á fundarferð í Havn í januar og februar, men arbeiðið steðgaði upp um miðjan mars í 2020, tá korona rakti heimin.
Við løgtingsvalið í des. var Suðuroyartunnilin eisini eitt av stórum evnunum til valið. Eg fekk tykkara álit til løgtingsvalið og havi síðani stríðist fyri at koma hartil, at okur nú kunnu nærkast at fyrsta skotið verður latið í Suðuroyartunlinum.
Tað útloysti næstan eina samgongukreppu, tá eg fyrsta dagin sum landsstýrismaður segði, at fyrsta skotið í Suðuroyartunlinum skal skjótast innan 2 ár.
Ja, onkuntíð eri eg kanska eitt sindur bráður, men Suðuroyartunnilin hevur eisini stóran týdning fyri meg og okkum í Suðuroynni.
Síðan tíðliga á vári 2023 hevur málið um Suðuroyartunnilin verið viðgjørt, greinað og lýst av PF Suðuroyartunlinum, Løgmansskrivstovuni og øðrum. Eg havi verið partur av politiska fylgibólkinum – og hava fylt málinum neyvt frá fyrsta degi.
Eg havi eisini brúkt nógva tíð og orku í almenna rúminum til at greiða frá samanhangum kring Suðuroyartunnilin og svara, tá spurnartekin og ivamál eru tikin upp. Og havi eisini havt fleiri framløgur og luttikið á kjakfundum um Suðuroyartunnilin, tí tað hevur týdning at hetta málið verður lýst og viðgjørt so væl sum tilber. Tað skal til, skulu okur náa á mál og fara undir at bora Suðuroyartunnilin í komandi valskeiði.
Suðuroyartunnilin hevur tørv á einar sterkari rødd í Løgtinginum. Tað er alneyðugt, tá ið avgerð skal takast um tunnilin um eini 1-2 ár.
Eg bjóði meg fram at blíva við at stríðast fyri tí.
Dennis Holm
Tjóðveldi


Facebook viðmerkingar