Tvøroyrar kommuna: Nógv fólk vóru savnað á Seglloftinum ónsdagin at hoyra Oyggjaleikanevndina greiða frá um Oyggjaleikir 2027, har fótbóltur verður leiktur í Suðuroynni.
Meira kann lesast her >>> https://www.faroeislands2027.fo/fo
Oyggjaleikir 2027 verða hildnir í døgunum 3. til 9. juli 2027.
Roknað verður við umleið 3.000 ítróttafólkum, meira enn 1.000 fylgjarum og áskoðarum, og eini 1.200–1.500 sjálvbodnum.
Komudagarnir til Føroyar verða 1. og 2. juli, meðan fráferðardagarnir verða 9. og 10. juli.
Setanin verður á Tórsvølli 3. juli, og endahátíðin verður eisini á Tórsvølli 9. juli. Klokkutíðirnar eru tó ikki ásettar enn.
Á fundinum á Seglloftinum varð greitt frá høvuðstølunum og týdningarmiklum viðurskiftum í sambandi við leikirnar.
Fótbóltur fær ein týðandi leiklut og verður skipaður sum ein landsumfevnandi kapping við dystum á fleiri vøllum kring alt landið.
Kappingarleistur
Kappast verður í innleiðandi bólkum og finaludystum. Hvussu nógvir bólkarnir verða, og hvussu kappingarleisturin verður skipaður, ber ikki til at siga, fyrr enn endaliga tilmeldingin er tøk. Tó er avgjørt, at Føroyar taka ímóti í mesta lagi 16 mansliðum og 16 kvinnuliðum, sum er í samsvari við IIGA-reglugerðina.
Leikvøllir
Millum teir vøllir, ið verða nýttir, eru við Stórá í Trongisvági, vesturi á Eiðinum í Vági, Fløtugerði í Fuglafirði, Inni í Dal í Sandoy, Sarpugerði í Norðragøtu, Hólmin á Eiði, við Margáir í Streymnesi, á Dungasandi í Sørvági, undir Mýruhjalla á Skála, Gundadalur í Havn og Svangaskarð á Toftum.
Fótbóltur í Føroyum
At oyggjaleikafótbóltur verður spældur í Suðuroynni er gleðiligt, havandi í huga, at elsta fótbóltsfelagið í Føroyum er TB, sum varð stovnað í 1892.
Tiltøk kring leikirnar
Afturat sjálvum ítróttarkappingunum verður skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum, millum annað Games Street, fyri at kynda undir serligan oyggjaleika-hýr kring landið.
Luttakararnir á fundinum á Seglloftinum vístu stóran áhuga og gott mót at lyfta uppgávuna í felag. Samstundis varð staðfest, at stórur tørvur verður á nógvum sjálvbodnum fólkum í fyrireikingunum og undir sjálvum leikum.
Vónin er, at undirtøkan fyri hesum stóra átaki og fyri Oyggjaleikunum sum heild verður stórur, og at leikarar, venjarar, viðhaldsfólk og gestir fara at kenna seg vælkomin og væl móttikin til Føroya.
Meira kunning um endaligar ætlanir verður kunngjørd so hvørt, sum arbeiðið kemur longur áleiðis.


Facebook viðmerkingar