Í dag var fráfaringarløta fyri Jóanes Norðberg, sum hevur starvast 44 ár hjá SEV, tey nógvu árini sum verkmeistari á Vágsverkinum. Fyrst í mars mánað var greitt, at Jón Eli Krosslá tekur við starvinum sum verkmeistari á Vágsverkinum, og í dag var so vaktarskiftið, nú Jóanes Norðberg ferð frá vegna aldur og hevði sín seinasta arbeiðsdag hjá SEV.


Facebook viðmerkingar