Vágs kommuna: Fyrr í ár lýsti Vágs Kommuna fyri fyrstu ferð við nýggja átakinum Workation Week í Vági. Hetta er eitt royndarátak, sum sameinir arbeiðslív, ferðavinnu og lokala menning, og er ætlað føroyingum, ið kunnu arbeiða fjar ella í samráð við arbeiðsplássið brúka eina viku í Vági. Við Workation Week flytir tú arbeiðsplássið til Vágs í eina viku, arbeiðir sum vanligt og gerst samstundis partur av einum livandi lokalum og sosialum samfelagi.
Sum teir fyrstu føroyingarnar nakrantíð pakkaðu klaksíkingarnar Dávid Fossdalsá og Jóhanna Magnusardóttir teldurnar niður og luttóku á feskasta átakinum hjá Vágs kommunu – Workation – eina viku í mars mánaði í ár.
Í stuttum gjørdi Dávid og Jóhanna akkurát tað sama, sum tey vanliga gera, men ístaðinfyri at sita á heimakontóri í Klaksvík, sótu tey á skrivstovuni hjá Teknisku deild í Vágs kommunu hesa vikuna.
Jóhanna, ið arbeiðir við talgildari marknaðarføring fyri risafyritøkuna JBT Marel við ca. 11000 starvsfólkum, heldur, at tað var sera hugnaligt at fáa fysiskar, føroyskar starvsfelagar og kaffistovuprát eina løtu. Hennara gerandisdagur annars er meiri virtuellur við nógvum Teamsfundum, altjóða starvsfeløgum kring heimin og arbeiði í stórum KT skipanum.
Dávid arbeiðir við ferðavinnu og heldur eisini, at tað hevur týdning at kunna seg um, hvussu vágbingar arbeiða við ferðavinnu og at vera úti um seg um møgulig samstørv. Serliga var Dávid hugtikin av mikrobryggjarínum Biskupskeldu í Vági, sum tey saman við útlendsku Digitalu nomadunum vitjaðu leygarkvøldið í hesari vikuni.
Haraftrat upplivdu tey bæði eisini annað gott, Suðuroyggin hevur at bjóða, so sum lokalt gestablídni og familjuvitjanir, almenn tiltøk, fjallatúrar, og eitt gott prát í pottinum uttan fyri Pálshøll, áðrenn øðrvísi vikan var av, og tíð aftur var at fara við Smyrli norðurum.
Í einum ótryggari heimi og drúgvum føroyskum vetri, var forkunnugt at bróta gerandisdagin eitt sindur av, og fáa ein øðrvísi, men tryggan gerandisdag sunnast í Føroyum, um ikki heilt í ein útsynning, siga Dávid og Jóhanna
Vágs Kommuna takkar Dávid og Jóhannu fyri at luttaka í fyrsta umfarinum av Workation Week í Vági og fyri íblásturin, tey hava givið.


Facebook viðmerkingar