Vágs Kvøldskúli bjóðar til eina hugnaliga løtu nú kvøldskúlaárið 2025/2026 er liðugt.
Tað verður týsdagin 28. apríl, frá klokkan 19.00–21.00 í Miðlatúni.
Á skránni verður:
Prógvhandan til næmingar, sum hava tikið Dugnaskapsprógv
Framsýningar frá kreativu lærugreinunum
Hetta er eitt gott høvi hjá borgarum og luttakarum at hitta og heilsa upp á føstu lærararnir.Kvøldskúlin bjóðar kaffi og køku.
Framsýningarnar verða frammi restina av vikuni og kunnu síggjast í upplatingartíðini hjá Miðlatúni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!


Facebook viðmerkingar