Ava, Olivur og Petur Hans og hini børnini í Eikilund leita eftir einum nýggjum dagstovnaleiðara – og tey vóna, at tú fert at søkja starvið.
Okur ynskja okum ein vaksnan, sum brennur fyri námsfrøði og dugir at lurta, geva klemm, finna góðar loysnir og samstundis hjálpa teimum vaksnu rundan um okum at gera dagarnar í Eikilund góðar. Hetta er ein, sum hevur hug at leiða, menna og skipa okra dagstovnaøki, so okur fáa ein tryggan, stuttligan og mennandi gerandisdag.
Í Eikilund ganga okra vinir í Akkuleya, Blákolluni og Baldursbrá. Tey lítlu børnini ganga í Summardáanum og Børkubóndanum. Okra stóru systkin ganga í Sóljuni og frítíðarskúlanum og um kvøldi í Ungdómshúsinum. Tí leitar kommunan eftir einum leiðara, sum dugir at síggja alt dagstovnaøkið og arbeiða saman við bæði okum børnum, fittu starvsfólkum og okra foreldrum.
Okur vilja hava ein leiðara, sum vil:
- menna námsfrøðiliga arbeiðið saman við starvsfólkunum.
- hjálpa teimum vaksnu at skapa ein tryggan og gevandi gerandisdag hjá okum, arbeiða við nýggjum hugskotum og menning av dagstovnaøkinum.
- verða partur av leiðslutoyminum saman við hinum leiðaranum á dagstovnaøkinum.
- vera við í stýrisbólkinum fyri spennandi barnaverkætlanina, sum verður royndarkoyrd í Vági saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
- hava yvirblikk, eisini tá nógv hendir í senn.
Tey vaksnu, sum arbeiða í kommununu, ynskja ein leiðara í Eikilund, sum:
- hevur námsfrøðiliga útbúgving og royndir frá dagstovnaøkinum.
- hevur royndir við leiðslu – ella í øllum førum hevur hegni og hug at leiða.
- dugir at seta kós og fáa starvsfólkini við.
- er blíð/ur, greið/ur og góð/ur at tosa við.
- dugir væl at samskifta og skapa tryggleika og álit.
- er sjálvstøðug/ur, skipað/ur og dugir at halda yvirblikki í einum fjølbroyttum gerandisdegi.
Okur og kommunan lovað, at tú fært:
- eitt spennandi og mennandi leiðarastarv.
- nógv dugnalig starvsfólk at arbeiða saman við.
- góðan stuðul frá leiðslu og umsiting.
- møguleika at seta tín dám á, hvussu dagstovnatilboðið í Vágs Kommunu verður ment.
- nógv smíl, nógv prát og nógv børn, sum hvønn dag hava tørv á einum góðum vaksnum.
Starvið er fulla tíð og byrjar 1. septembur 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Áðrenn tú kanst verða sett/ur, skal barnaváttan fáast sambært barnaváttanarlógini.
Hevur tú hug at verða okra nýggi leiðari? So vóna okur, at tú sendir umsókn við prógvi og øðrum viðkomandi skjølum í HR-skipanina hjá Kommunu her í seinasta lagi mánadagin 8. juni 2026.
Tú fær meira at vita við at spyrja Magnus Paula West, trivnaðarleiðara. Tú kann ringja til hann á telefon 23 93 92 ella skriva ein teldupost til magnus@vagur.fo.
Heilsan,
Ava, Olivur og Petur Hans og hini børnini í Eikilund og Vágs Kommuna


Facebook viðmerkingar