Alment hátíðarhald í Marghøllini fríggjadagin

Fríggjadagin 15. juni 2018 verður alment hátíðarhald í Marghøllini í Vági í samband við at Marghøllin í Vági verður alment tikin í nýtslu.

Almenna hátíðarhaldið við móttøku verður frá kl. 16.00 til kl. 19.00 í Marghøllini í Vági.

Dagurin verður skipaður við røðum, tónleikaframførslum og ikki minst við ítróttar-innsløgum. Í Marghøllini bjóða vit eisini kaffi & te, kaku, og sunkist til børnini.

Dagurin byrjar kl. 16.00, tá Jens Petur Brattalíð, leiðari fyri Marghøllina, bjóðar vælkomin. Síðani flyta Anna B. Samuelsen, forkvinna í Vágs Ítróttarráð, og Dennis Holm, borgarstjóri fram røður. Og eftir hetta fer ein gamal VB’ari alment at taka Marghøllina í Vági í nýtslu.

Á skránni er eisini fótbóltsdystur millum FM-vinnararnar hjá VB frá 2000 og leikarum úr TB, Sumba og Royn frá sama ári.

Frælsur Ítróttur Føroya luttekur eisini og vísir, hvussu eitt nú startur, rimarenning (hurdles) og annað fer fram.

Tónleikinum standa Kirkjukórið Ljómur, Orðið á borðið, Robert McBirnie og Hjalmar & Dagfinn fyri.

Øll eru hjartaliga vælkomin til almenna hátíðarhaldið í Marghøllini, sum byrjar kl. 16.00 fríggjadagin 15. juni 2018.

Facebook viðmerkingar