Alari til aliøkini í Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

11. mai 2026

Vit søkja eftir alara til aliøkini í Suðuroy

Droymir tú um eitt fjølbroytt og ábyrgdarfult starv á sjónum, tætt við náttúruna, har tú arbeiðir við livandi laksi? So er starvið sum alari kanska tað rætta fyri teg.

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

·         at røkta fiskin

·         at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur á alibrúki, landstøð og útgerð

·         at vera við til útseting og tøku

·         at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tín vangamynd

Vit leita eftir einum røskum og álítandi persóni, sum tekur við ábyrgd og trívist í einum toymi, hvørs mál er at ala heimsins besta laks.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir á sjónum og ert vanur/von við at taka tær av viðlíkahaldsuppgávum av nótum, ringum, bátum o.s.fr.

Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 8-16, men í tíðarskeiðum við stórum arbeiðstrýsti, skalt tú vænta at arbeiða meira. 

Vit bjóða

Sum alari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi. Tú verður partur av føroyskari matframleiðslu og fert at framleiða heilsugóðan laks til kundar kring allan heimin. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við:

·                  Jan Hovgaard, økisformann, t-post jaho@bakkafrost.com ella á tel. 22 48 89

·                  Bjarna Larsen, alileiðara, t-post bjla@bakkafrost.com ella á tel. 23 56 70

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er tann 7. juni 2026.

Møguligt er at byrja í starvinum beinanvegin.

Facebook viðmerkingar