Leys størv á Hamragarði

BySuðuroyarportalurin

12. mai 2026

Søkt verður eftir 2 heilsurøktarum, 2 heilsuhjálparum og 1 køksfólkið til Hamragarð

Fimm spennandi og mennandi størv eru leys á Hamragarði, har høvuðsdenturin er borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum. Talan er um hesi størv:

Heilsurøktari brøk 1,0

Heilsurøktari brøk 0,8

Heilsuhjálpari 0,8

Heilsuhjálpari 0,8

Køksfólk 0,75

Heilsurøktara- og hjálpara størvini eru í skiftandi vaktum, og hava møguleika fyri hægri brøki.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum fyri størvini í røktini:

–          Útinna umsorgan, røkt/sjúkrarøkt, samsvarandi ábyrgd og førleikum

–          Gera og fylgja røktagongdum sum eru lagdar fyri borgarar

–          Skjalfesta heilsurøkt og útinta sjúkrarøkt

–          Luttaka í samrøðum við borgarar og avvarðandi

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum fyri køksfólki:

–          Útinna tær tænastur køkurin á Hamragarði veitir heimabúgvandi og borgarum á staðnum

–          Vera við til at leggja til rættis uppgávurnar fyri vikuna

–          Tilrætta heilsugóðan kost til eldri borgarar

–          Taka ímóti nýggjum uppgávum og leggja hesar til rættis

–          Vera við til at keypa inn og vísa fíggjarligt skynsemi

–          Reingerð av køki og køksamboðum

Førleikar

–          Prógv sum heilsurøktari, ella sum heilsuhjálpari. Tað er ynskiligt, at umsøkjari ið søkir starv sum køksfólk, hevur útbúgving ella royndir innan økið

–          Góðan telduførleika

–          Megna at hava fleiri bóltar í luftini í senn

–          Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

–          Virka fyri einum góðum umhvørvi og trivnaði

–          Leggja stóran dent á reinføri

–          Hava góð evnir at samskifta

–          Førleikamenning er ein natúrligur partur av starvinum

Væntanir

Vit vænta, at umsøkjarar:

–          Hava áhuga at arbeiða innan eldraøkið

–          Vilja stuðla undir og veita eina dygdargóða tænastu

–          Stimbra heilsu og trivnað hjá borgarunum

–          Fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar

–          Veita umsorgan og røkt í góðum samstarvi við borgaran og avvarðandi

–          Hava evnini at vera málrættaðir og skipaðir í síni tilgongd til arbeiðið

–          Hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

–          Eru empatiskir í sínum samstarvi við borgaran og avvarðandi

–          Megna at handfara og tillaga seg broytingar

Vit kunnu bjóða:

–          Fjøllbroytt størv

–          Avbjóðandi arbeiðsuppgávur

–          Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

–          Góðar umstøður

–          Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

–          Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaður er Bú- og Heimatænastan í Suðuroy, við arbeiðsstaði á Hamragarði.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarafalagið, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til bhs@bhs.fo ella til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

Vágsvegur 22

900 Vágur

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26. mai kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini á Hamragarði fáast við at venda sær til:

Bergljót Ludvig, deildarleiðara á Hamragarði, á tlf. 793505, bergljotl@bhs.fo ella til Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara, á tel. 793503, daimik@bhs.fo.

Hamragarður

Hamragarður er eitt røktarheim ið liggur á Eiðisvegi 26 í Vági, í einum sera vøkrum umhvørvi, har náttúran er ein stórur partur av gerandisdegnum. Á heiminum eru 24 búplássum á 4 lonum ið eru deildar yvir tvær hæddir.

Facebook viðmerkingar