Upprunaliga var ætlanin at Ocean Nova skuldi kom á Vág sunnudagin, men nú er hetta broytt til mánadagin.
Vágs kommuna: Mánadagin 8. juni leggur ferðafólkaskipið Ocean Nova at í Vági við 75 ferðafólkum.
Skipið kemur á Vág klokkan 13:00. Skráin varar fram til áleið klokkan 18:00, áðrenn ferðafólkini fara aftur umborð síðan avstað aftur klokkan 18.30.
Hesaferð eru tað umboð frá Vágs Kommunu, ið samskipa túrin á landi í samstarvi við lokal feløg, fyritøkur og ferðaleiðarar. Skráin er sett saman við lokalum upplivingum og aktivitetum, soleiðis at ferðafólkini fáa møguleika at uppliva ein part av tí, sum Vágsbygd hevur at bjóða. Samstundis tryggjar hetta eisini, at inntøkurnar frá vitjanini verða lagdar eftir í bygdini.
Ferðafólkini fara millum annað at uppliva føroyskan dans, gongutúrar, ølsmakking og vitjan á søvnum í bygdini.
Ocean Nova er triðja ferðafólkaskipið, ið vitjar Vág í summar.


Facebook viðmerkingar