Á Sandvíksdøgum (5. og 6. juni) verða nógv spennandi tiltøk á skránni fyri bæði børn og vaksin.
Søvn og bygdasøga kunnu upplivast, og møguleiki er at vitja bóndahúsini, kirkjuna, skúlan, og onnur søgulig støð í bygdini. Eisini verða áhugaverdar frásagnir og túrar í vøkru náttúruni kring Sandvík.
Fyri børnini verða hoppiborgir, súkklubátar, fiskibrunnur, poppkorn og slush ice, meðan vaksin kunnu njóta hugnaligu bygdina, góðan mat og hugna sær við vinum og kenningum.
Á skránni eru eisini spennandi søguligar frásagnir um grindabátarnar í Sandvík, sum í meira enn 130 ár hava verið ein týðandi partur av bygdasøguni. Gestir fáa høvi at hoyra um bátarnar, fólkið og lívið kring teir gjøgnum tíðirnar.
Ranhøll er opin við mati og drekka til keyps, loppumarknaði, hugnaligum tiltøkum og pubb-quiz, og gjøgnum dagarnar verður nógv lív í bygdini.
Sandvíksdagar enda við einum ordans braki, tá Signar í Homrum og John Johansen spæla til dans í Ranhøll, og Gissur Pæturson diskar upp við góðum tónleiki, so bæði bygdafólk og vitjandi kunnu enda vikuskiftið við sangi, dansi og góðum lagi.
Øll eru hjartaliga vælkomin til Sandvíksdagar – dagar við hugna, søgu, mentan, náttúruupplivingum og góðari samveru í einari av vakrastu bygdunum í Føroyum.


Facebook viðmerkingar