Mai 2026 – og hvussu hann royndist til veður

BySuðuroyarportalurin

6. juni 2026

Nú er mai 2026 farin um bak, og hvussu royndist hann til veður?

Apríl endaði við góðveðri. Eitt hátrýst lág yvir okkara leiðum, og í Føroyum var gott várveður við lítlum vindi, klárari luft og næstan ongum avfalli. Hetta veðrið var eisini nakrar dagar inn í mai.

Góða hátrýstveðrið helt sær nakrar dagar inn í mai. Nógvar góðar løtur í sólarrisi og sólsetri, sum her leygarmorgunin 2. mai var vestri á Eiðinum í Vági. Tað var eitt lítið lot av útnyrðingi. Tað kølnaði eitt sindur í øllum landinum eftir hetta, og í støðum kavaði eitt sindur. Lambaspræna fingu vit ikki, men eitt sindur av ternusnerti.

Les meira her.

Facebook viðmerkingar