Summartónar í Stóra Pakkhúsi fríggjakvøldið

BySuðuroyarportalurin

3. juni 2026

So er Summartónar aftur á skrá í Suðuroynni og fríggjakvøldið kl. 21 verður tað Uni Debess við orkestri, sum fer at spæla í Stóra Pakkhúsi.

Uni Debess (sang, munnharpa, gittar), Edvard N. Debess (bass, kór), Finnur Hansen (orgul, kór), Rógvi á Rógvu (trummur)

Kom á blúskonsert og hoyr spildurnýtt tilfar, som ongantíð er framført live áður. Uni Debess & The Tomcats bjóða til eitt kvøld, har nýggir tónar møta tí feita blues-soundinum, sum eyðkennir bólkin.

Uni Debess & The Tomcats eru ein av teimum mest royndu og vælumtóktu blues- og rootsbólkunum í Føroyum. Við rótum, sum stinga djúpt og einum jarðbundnum, men kraftmiklum úttrykki, hava teir virkað bæði heima og uttanlands í meira enn tveir áratíggju.

Facebook viðmerkingar