FM-kapping: Helena og Sproti stjólu yvirskiftirnar

BySuðuroyarportalurin

7. juni 2026

Helena Dagmarsdóttir Nielsen og Sproti tóku fleiri á bóli, tá tey fingu næstbestu tíðina á breytini til fyrstu FM-kappingina í tvíspor, sum var í Vágum um vikuskiftið, skrivar Ríðisamband Føroya. 

Tey vóru nevniliga bólkað í næstovasta flokkinum, meðan heili tríggir FM-vinnarar kappaðust í ovasta bólkinum. Unga vágagentan á Sprota kom um mállinjuna við tíðini 18,33 sekund uppá 250 metrar. Tey vunnu annan flokk greitt frammanfyri Drós Andriasardóttir á Spirit. og Hanus Patursson á Báruni.

Tey einastu, sum høvdu betri tíð enn Helena Dagmarsdóttir Nielsen og Sproti vóru Ása Bárðadóttir og Silfá. Tey vunnu fyrsta flokk við tíðini 18,15  sekund. Nummar tvey var Freyr við Annu Magnussen (19,55) og á triðja plássi kom Laila W. Mouritzen á Marengo (20,48).

Føroyameistarin í fjør, Ranja H. Djurhuus var óheppin og fekk skaða, tá hon datt av hestinum undan ríðingini.

Kelda: KVF

Facebook viðmerkingar