Vágs kommuna: Svanarnir úr Vági, sum eru partur av Eydnudeildini í Føroyum, hava verið á ferð í Danmark, har tey hava luttikið í stóra tiltakinum Lykkecup í Herning.
Tiltakið var hildi í kendu høllini Boxen í Herning, sum vanliga er karmur um stórar ítróttar- og mentanartiltøk. Lykkecup savnar luttakarar úr Danmark, Svøríki, Týsklandi og Føroyum, og í ár eru fleiri enn 950 leikarar og umleið 375 venjarar við í kappingini.
Føroyska ferðalagið taldi tilsamans 23 fólk, sum umboða Føroyar og Vágs kommunu við stoltleika. Ferðin gav nógvar góðar upplivingar, har ítróttur, felagsskapur og gleði var í hásæti.
Ein serlig løta var, tá Drotning Mary heilsaði upp á leikararnar hjá Svanunum. Hetta var ein stór og minnilig uppliving fyri bæði leikarar, venjarar og fylgjandi, og ein heiður fyri føroyska liðið.
Fyri Vágs kommunu hevur tað stóran týdning at hava eitt lið í Eydnudeildini. Liðið gevur børnum og ungum ið á ein ella annan hátt hava størri gleði av hesum tilboðum, og møguleika at vera partur av einum liði og einum felagsskapi, har øll eru vælkomin og geva tað try kunny til felagskapin. Í Eydnudeildini eru eingi krøv um úrslit, og eingin verður valdur frá. Dentur verður lagdur á gleði, luttøku, vinarlag og felagsskap.
Leikararnir á liðnum koma úr flestu bygdunum í oynni, og liðið savnar børn og ung tvørtur um bygdamørk.
Luttøkan í Lykkecup gevur leikarunum møguleika at royna seg í einum stórum altjóða hondbóltsumhvørvi, hitta nýggj fólk og skapa góð minnir saman við øðrum íðkarum. Svanarnir eru góðir ambassadørar fyri Vágs kommunu og Suðuroynna. Okur eru heppin at hava eldsálir sum leggja orku í okra lið, og at okur hava foreldur, fyritøkur og góð fólk rundan um felagsskapin sum ger tað gjørligt og ikki minst stuttligt.


Facebook viðmerkingar