Hvalbiar kommuna økir um ferðslutrygdina í bygdini

BySuðuroyarportalurin

10. juni 2026
Screenshot

Hvalbiar kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at lækka hámarksferðina í bygdini niður í 40 km/t fyri at økja um ferðslutrygdina hjá øllum ferðandi. Hetta fevnir bæði um bilførarar, gongufólk og serliga børn, sum ofta eru á ferð í bygdini.

Hetta arbeiðið er partur av einari heildarferðsluætlan fyri Hvalba.

Fyrsta stigið er at gera Hvalba til eina 40 km/t-sonu, sum hevur fingið neyðugu góðkenningina frá viðkomandi myndugleikum.

Næsta stigið verður at seta upp ferðslutálmandi skipanir gjøgnum bygdina, serliga í Garðsenni, har nógv børn javnan uppihalda seg.

Staðsetingin av skeltunum, ið marka 40 km/t-sonuna, sæst á myndini.

Facebook viðmerkingar