Vegna metstóra eftirspurninginum at sleppa á jóansøku, hevur Strandferðslan tikið avgerð um at økja um túratalið hjá Smyrli leygardagin. Á hendan hátt hava vit eisini økt um møguleikarnar at ferðast um suðuroyarfjørð allan leygardagin, og fer hetta vónandi at gera tað enn smidligari hjá jóansøkugestum, ið ynskja at koma suður.
Broytingin í ferðaætlaninier galdandi fyri leygardagin, og verður hon tískil soleiðis:
Ferðaætlan fyri leygardagin 20/6-2026:
- Tvøroyri → Tórshavn kl. 06:00
- Tórshavn → Vágur kl. 08:45
- Vágur → Tórshavn kl. 15:00
- Tórshavn → Tvøroyri kl. 18:15
- Tvøroyri → Tórshavn kl. 21:30
Smyril kemur ikki aftur á Vág á seinna túrunum, men fer av Krambatanga.
Eyka busskoyring verður úr Vági til túrin av Krambatanga.
Ferðaætlan fyri sunnudagin 21/6-2026:
- Tórshavn → Tvøroyri kl. 07:00
- Tvøroyri → Tórshavn kl. 09:30
- Tórshavn → Tvøroyri kl. 12:00
- Tvøroyri → Tórshavn kl. 15:30
- Tórshavn → Tvøroyri kl. 18:00
- Tvøroyri → Tórshavn kl. 21:15


Facebook viðmerkingar