MORELL nýggj cider frá Biskupskeldu

BySuðuroyarportalurin

17. juni 2026

Nú jóansøkan og summarið stendur fyri durðum er ein nýggj cider eisini komin frá Biskupskeldu.

MORELL er ein frísklig súrepla-cider, sum er 5,0% í styrki.

UM MORELL
Morell, ella Poul Morell Nielsen, sum hann æt, er kanska best kendur sum maður listakvinnuna Ruth Smith. Men hann er eisini kendur sum “Skildpadde-spionen”.

Morell arbeiddi undir Seinna Heimsbardaga sum arkitektur í Lemvig og fekk tá til uppgávu at tekna bunkarar framvið jysku strondini fyri týska hernaðarvaldið. Uttan at týskarar vistu av tí, sendi Morell eisini bretum kort yvir hvar bunkarar vóru. Undir kortunum og brøvunum varð teknað ein skjaldbøka við pípu, har av navnið “Skildpadde-spionen”.

Facebook viðmerkingar