20 ára gamli Torkil Úlvur Holm skifti áðrenn kappingarbyrjan til B68, sum spælir í Meistradeildini. Har hevur Torkil Úlvur spælt 16 dystir nú summarsteðgur er.
Men eftir summarsteðgin verður Torkil Úlvur aftur at síggja á TB-liðnum skrivar TB á Facebook-vangan.
TB hevur havt eitt avbjóðandi kappingarár við svingandi úrslitum og er í løtuni á 7. plássi við 19 stigum, trý fleiri enn FC Hoyvík á 9. plássi.


Facebook viðmerkingar