Summarsteðgur í 1. deild

BySuðuroyarportalurin

13. juli 2026

16 umfør eru spæld av tilsamans 27 umførum í 1. deild, nú summarsteðgur er.

Í mun til tá 1/3 av dystunum vórðu spældir (níggju umfør), so er ávís broyting eftir 16 umfør.

FC Suðuroy, sum hevði eina sera góða byrjan á kappingarárinum við átta sigrum og einum javnleiki eftir níggju umfør, hevur síðani tapt fýra dystir og leikt ein javnan.Frá at verða oddalið, so er FC Suðuroy nú á 3. plássi við 32 stigum, seks stig aftanfyri B71, sum er oddalið og ongu hevur annan fótin í Meistaradeildini.

Hitt Suðuroyarliðið TB hevur havt eina heldur ivasama gongd í fyrru hálvu av kappingini. Við 19 stigum er TB á 7. plássi, við sama stigatali sum NSÍ á 6. plássi

Kappingin byrjar aftur 1. august, tá spælir FC Suðuroy ímóti B36 í Vági, meðan TB spælir ímóti HB í Havn.

Facebook viðmerkingar