Flytingarvindeygað steingir í morgin, men AB hevur í tøkum tíma tryggjað sær styrk til seinnu kappingarhálvu. Nýggjur spælari hjá AB er 24 ára gamli tvøroyrarmaðurin, Jens Erik Bruhn, sum hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárini 2026 og 2027.
Hóast unga aldurin, so er tað ein leikari við eftirhondini nógvum royndum, ið nú kemur at royna seg á Argjum. Jens Erik spældi á fyrsta sinni í bestu deildini fyri TB sum 16 ára gamal í 2019, og síðani hevur hann higartil spælt tilsamans 131 dystir í Meistaradeildini. Teir flestu fyri barndómsfelagið, TB, men bæði í 2024 og 2025 spældi hann við EB/Streymi, har hann eisini royndist væl.
Fyrsti dystur hjá AB eftir summarsteðgin er í 29. juli á Ólavsøku í Gundadali ímóti B36.


Facebook viðmerkingar