Børnini fáa sítt pláss á Ljósfest, tá gott undirhald verður á pallinum og við tjaldið leygardagin millum klokkan 15.00 og 17.00.
Á pallinum sleppa børnini at uppliva vælkendu Trøllapætur, Trøllaommuna og Ommudidd, sum fara at syngja, spæla og skapa góðan stemning. Eisini verður Oddi á staðnum, og hann hevur ballónir við til børnini. Við básin hjá Suðuroyar Sparikassa í tjaldinum verður áhugaverd veiða, har børn kunnu leita eftir gimsteinum í sandi.
Eitt serligt innslag verður eisini, tá næmingar í 4. flokki í Vágs skúla framføra lagið, sum tey hava arbeitt við í sambandi við MGP-vikuna í skúlanum. Hetta verður ein góður møguleiki hjá teimum ungu at vísa fram vinnaralagið.
Framførslurnar vera á pallinum millum klokkan 15.00 og 17.00, og øll børn og familjur eru hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan og stuttligan seinnapart á Ljósfest.
Barnatiltakið er stuðlað av Suðuroyar Sparikassa.


Facebook viðmerkingar