Tvøroyrar kommuna: Nú sera nógv regn er komið niður seinna partin í dag, hevur hetta havt við sær, at áir og rennur eru lopnar yvir, og nógv vatn er komið út á vegirnar.
Rennholini klára fleiri staðni ikki at svølgja alt vatnið, og summastaðni er beinleiðis skaði hendur á veginir. Fráboðan er komin um skað á vegin á Traðarvegi, nakað áðrenn Sjúkrahúsið, har asfaltið hevur fingið skaða.
Eisini á havnalagnum er sera nógv vatn, og bilførarar og onnur, sum ferðast á økinum, verða tí biðin um at vísa serligt varsemi.


Facebook viðmerkingar