50 ár eru gingin, síðani TB vann sítt søguliga meistaraheiti í 1976. Tað var árið, har felagið fann aftur sítt snið, og har ein samansjóðaður hópur av lokalarum spælarum lyfti Tvøroyri upp á føroyska fótbóltstindin.
Hálvthundrað ár seinni møttust teir aftur – í TB‑húsinum, har so nógv minnir, røddir og søgur hava sett sín dám.
TB Tvøroyri – Meistarar í 1976: Eitt søguligt ár í føroyskum fótbólti
1976 var árið, har TB aftur setti seg á føroyska fótbóltstindin. Eftir eina fjórðingsøld uttan meistaraheiti: eitt ungt og ágrýtið lið, ein felagsskapur, sum brann, og eitt bygdasamfelag, sum livdi og andaði fótbólt. Hetta var árið, har TB vann sítt fjórða meistaraheiti og skrivaði seg inn í søguna við einum spæli, sum enn í dag verður tosað um.
Myndin, aftast frá vinstru: John Rødgaard, Tórur Strøm, Bogi Djurhuus, Ásmund Nolsøe og Jens A. Johannesen. Fremst frá vinstru: Henrik Thomsen, Petur Hammer, Delmar Joensen, Arni Petersen og Dan Nielsen. Gordon Hofgaard væntar á myndini. Brøðurnir Sigmund Nolsøe og Trond Nolsøe eru farnir.


Facebook viðmerkingar