Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági.
Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti. Frá 1995 til 2020 arbeiddi hann sum undirvísari í sálarfrøði á Roskilde Universiteti.
Í frítíðini hevur Magnus fleiri áhugamál. Hann syngur við føroyska kórinum Húsakórið og er eisini virkin í kappróðrarfelagnum Neystinum í Ishøj. Harumframt arbeiðir hann við einari verkætlan um menningina av djóralívinum – frá teimum minstu einkyknaðu organismunum til menniskja – og við nýggjum tilgongdum at skilja hesa menningina.
At Magnus skal seta Ljósfestina í ár, hevur eisini eina heilt serliga søgu. Abbi hansara, Petur Dahl, sum var sóknarstýrisformaður, helt røðuna til fyrstu Ljósfestina á Oyralaði tann 18. juli 1921, tá elverkið í Botni varð tikið í nýtslu. Petur var ein av oddamonnunum aftanfyri elverkið. Hann bjóðaði fólkinum vælkomnum, helt røðu og hevði síðani heiðurin at trýsta á kontaktina – og í somu løtu varð skúlastovan lýst upp av elektriskum ljósi.
105 ár seinni verður tað so abbasonur hansara, Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági. Tað er ein serlig søga – frá fyrstu elektrisku ljósunum í Vági í 1921 til Ljósfestina í dag.
Ljósfestin verður sett leygarkvøldið kl. 18.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin!


Facebook viðmerkingar