Dagføring av MES-støðum umborð á Smyrli

BySuðuroyarportalurin

10. august 2026

MES-støðirnar á Smyrli verða dagførdar frá 8. til 23. september 2026. Í hesum tíðarskeiðnum verður ferðafólkatalið á Smyrli avmarkað, so at hann bert hevur loyvi at taka 500 ferðandi. 

Hetta arbeiði kemur eisini at hava ávirkan á ferðaætlanina hjá Smyrli. Mikudagin 16. september og mikudagin 23. september verða túrarnir av havnini kl. 08.45 og av Krambatanga kl. 11.30 ikki sigldir.

Hvat er ein MES-støð? 

Ein MES-støð (Marine Evacuation System) er eitt savningar- og rýmingarstað umborð á einum skipi, sum verður nýtt til skjótt at fáa nógv ferðafólk og manning  trygt av skipinum í einari neyðstøðu. Støðin er samansett av einari uppblásiligari skakt, sum leiðir beinleiðis niður í stórar bjargingarflakar, sum liggja á sjónum.

Facebook viðmerkingar