Julia í summarstarvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi

BySuðuroyarportalurin

11. august 2026

Í summar hevur Julia Tormansdóttir Jacobsen verið í starvi sum hjálparfólk á røntgendeildini hjá okkum, har hon hevur starvast saman við okkara dugnaligu radiografum.

Julia er radiograflesandi á Københavns Professionshøjskole og er júst liðug við 1. árið.

Julia, ið er av Tvøroyri, kom heim í summarfrí og valdi tí at søkja starv á sjúkrahúsinum.

Spurd, hvussu henni hevur dámt á røntgendeildini, svarar Julia, at henni hevur dámt sera væl. Starvsfólkini eru sera fitt og her er gott at vera. Hon sigur, at á røntgendeildini gera tey nógv ymiskt, og hon hevur lært nógv hesar 4 vikurnar, hon hevur arbeitt á sjúkrahúsinum.

Vit takka Juliu fyri, at hon valdi Suðuroyar Sjúkrahús til sítt summarstarv, og ynskja henni bestu eydnu víðari við útbúgvingini.

Suðuroyar Sjúkrahús skrivar, at tey altíð eru fús at taka ímóti lesandi, ið ynskja at fáa innlit í virksemið og starvsmøguleikar á ávísari deild ella á sjúkrahúsinum sum heild. Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jónleyg J. Bech, HR-starvsfólk á tlf. 34 33 33 ella teldupost jonje@ssh.fo, so finna vit útav, hvat ber til.

Facebook viðmerkingar