Rótin – sum fyrr æt Húsarhaldsskúlin – er ein av vælumtóktu skúlunum, sum ung leita sær á eftir loknan fólkaskúla.
Og nú hølisviðurskiftini eru dagførd við nýggjum skúlabygningi og við nýggjum næmingaheimi, so er áhugin ikki minkaður.
Á heystskeiðnum hjá Rótini eru tað pláss fyri 36 næmingum – og í ár eru tað sjey gentur úr Suðuroynni, sum fara á 26 vikur langa heystskeiðið á Rótini.
Á myndini eru fýra teirra: Dania Thomsen, Ester Norðberg, Ruth Jespersen og Kirsten Thomsen allar úr Hvalba. Og harumframt eru Ida Abrahamsen, Emma Debess og Natasja Støm, allar av Tvøroyri, eisini farnar á heystskeiðið á Rótini.



Facebook viðmerkingar