Í dag byrjaðu fólkaskúlarnir aftur eftir summarfrítíðina og kring landið fóru 802 børn í 1. flokk í 46 ymiskum skúlum.
Í Suðuroynni fóru 59 børn í 1. flokk í dag. 22 fóru í Tvøroyrar skúla, 17 í Vágs skúla, 8 í Hvalbiar skúla, 6 í Sumbiar skúla og 6 í Porkeris skúla.
Í teimum fimm fólkaskúlunum í Suðuroynni ganga tað tilsamans 578 børn. Vágs Skúli er størstur við 221 børnum. Í Tvøroyrar skúla ganga 216 børn. Í Hvalbiar skúla eru tað 77 børn. Í Sumbiar skúla 32 børn og tað gera tað eisini í Porkeris skúla.


Facebook viðmerkingar