FC Suðuroy kvinnurnar fyrsta sigur í Meistaradeildini

BySuðuroyarportalurin

16. august 2026

Sunnudagin var fyrsti heimadystur hjá kvinnunum hjá FC Suðuroy í Meistaradeildini í 14 ár, seinast var tað í 2012.

Dysturin var ímóti ÍF, sum eisini er uppflytari úr 1. deild.

Og FC Suðuroy kvinnurnar høvdu greiða ætlan um at fáa betur úrslit enn 0-4 tapið ímóti 07 Vestur farna vikuskiftið.

Tá saman um kom vann FC Suðuroy 2-1 og var hetta eisini fyrsti sigur í Meistaradeildini síðani 2012.

Bjarta Hammer gjørdi bæði málini hjá FC Suðuroy, tað fyrsta í 34. minutti og tað seinna í 43. minutti. Í seinna hálvleiki (50. minutti) minkaði Reima Isaksen um munin til endaligu støðuna 2-1.

29. august tekur FC Suðuroy ímóti B36 á Eiðinum í Vági.

Facebook viðmerkingar