Herfyri misti MS Thorshavn RIB-bátin á veg suður. Leitað varð eftir bátinum, men teir funnu hann ikki.
MRCC fekk eisini fráboðan um mista bátin. Og tá eitt ferðamannaskip áleið 18 fjórðingar suðuri úr Akrabyrgi boðaði MRCC frá, at tað hevði borið eyga við ein bláan RIB-bát, sum lá og dreiv var eingin ivi.
Tjaldrið fór at kanna málið og kom seinnapartin á Tvøroyri við bátinum hjá MS Thorshavn.


Facebook viðmerkingar