Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 643 fólkum, ella 1,2 prosentum seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var meir enn tvífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum. Serliga nettoflytingin hevur havt eitt stórt íkast til fólkavøksturin seinasta árið.
Fólkatalið í Suðuroynni minkaði hinvegin 12 mánaðar tíðarskeiðið fram til 1. juli 2026. Í tølum var minking 29 fólk, svarandi til eina minking á 0,6%.


Facebook viðmerkingar