Samskip fer undir nýggja regluliga farmasigling millum Føroyar og Scrabster í Skotlandi. Nýggja tænastan knýtir Føroyar tættari at bretska marknaðinum.
Ætlanin er at sigla tvær ferðir um vikuna úr Runavík, umvegis Suðuroynna til Scrabster. Sambandi ímillum Suðuroynna og Skotland var í nógv ár sera týðandi fyri vinnuliga virksemið í Suðuroynni, og við nýggju farleiðini fáa vinnufeløg í Suðuroynni aftur besta sjóvegis sambandi til útheimin. Samskip kemur at reka leiðina við MV Silver Arctic, sum er sera væl egnað til sigling um okkara leiðir. Ein týðandi partur av grundarlagnum undir nýggju leiðini er útflutningur av føroyskum laksi. Samskip og FarCargo, sum er flutningsfelagið hjá Bakkafrost, hava gjørt eina langtíðaravtalu um flutningskapasitet áleiðini, sum er við til at skapa grundarlag fyri regluligari sigling.
Sjúrður Johansen, stjóri hjá Samskip
“Vit síggja góðar møguleikar í eini fastari farleið millum Føroyar og Scrabster. Føroyar hava ein stóran útflutning av feskum fiskavørum umvegis Bretland til útheimin, og við at seta skip í sigling í millum Føroyar og Scrabster fáa vit eitt sera effektivt og álítandi samband” Nýtt og skjótari samband til bretska marknaðin Scrabster hevur eina sera góða landafrøðiliga staðseting í norðara parti av Skotlandi, og gevur góðar møguleikar fyri skjótan víðari flutning, til týðandi marknaðir og flutningsmiðstøðir í Bretlandi. Harumframt hevur Samskip, í samstarvi við lokalar veitarar, fyrireikað eina samlaða logistikkloysn, sum fevnir um lossing, umskipan og beinleiðis flutning víðari í Bretlandi. Hetta ger tað møguligt at veita ein sera skjótan og tryggan flutning fyri bæði feskan fisk, og vørur sum skulu heim til Føroya.
Símun Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrost
”Hjá okkum er tað avgerandi, at feski laksurin kemur skjótt og trygt fram til kundarnar. Nýggja farleiðin til Scrabster gevur okkum eina beinleiðis og álítandi flutningsloysn til bretska marknaðin. Samstundis fegnast vit um, at flutningurin hjá Bakkafrost er við til at leggja grundarlag undir eitt fast samband millum Suðuroynna og Skotland, sum eisini styrkir kappingarstøðuna hjá virkseminum í oynni.”
Kapasitetur eisini tøkur hjá øðrum kundum
Hóast útflutningur av laksi er grundarlagi undir nýggju rutuni, verður leiðin ikki avmarkað til laks. Samskip bjóðar eisini øðrum føroyskum og bretskum kundum pláss á leiðini, bæði úr Føroyum til Bretlands og úr Bretlandi aftur til Føroya. Harvið verður nýggja leiðin eitt alternativ hjá fyritøkum, sum hava tørv á regluligum flutningi millum Føroyar og útheimin. Nýggja farleiðin væntast at byrja um miðjan september. Nærri kunning og siglingarætlan verður kunngjørd seinn


Facebook viðmerkingar